Altjóða Kvinnudagurin verður hildin í Mettustovu við kvinnupolitiskum hugnakvøldi í kvøld, týskvøldið 8. mars kl. 20.
Elida, Sigrid og Rannvá, 10. floksnæmingar leggja ritgerðina »Ung við barn« fram. Margreta á Rógvu fer at syngja egnar sangir.
Eisini fara fakfólk at bera fram royndir og sjónarmið hesum viðvíkjandi:
?Bjørghild Djurhuus og Krista Niclasen, skúlaheilsusystrar
?Fróði Jacobsen og Jóhann Lützen, ið lesa sosialvísindi
?Selma Ellingsgaard, sosialráðgevi fyri barnaverndarnevndina
?Karin Dahl, jarðarmóðir og sexologur
?Anna Jóannesardóttir, sjúkrarøktarfrøðingur, frv. limur í Fyribyrgingarráðnum
?Berit Unn Petersen, sosialráðgevi, vegna Áhugabólkinum hjá Kvinnufelagnum
Eftir framløgurnar verður orðaskifti, og drekkamuður, sigur Kvinnufelagið í Havn, sum heilsar øllum hjartaliga vælkomnum til tiltakið.