Kvinnan stýrdi arbeiðinum

Tað var týðiligt, at Randi Ward hevði sett seg ógvuliga væl inn í alt viðvíkjandi lívinum hjá Olevinu Joensen, ið var evni, sum hon hevði valt at skriva sína høvuðsuppgávu um

Gott og væl hálvthundrað fólk vóru møtt upp í Royndarhúsinum í Nólsoy fríggjakvøldið at lurta eftir fyrilestri, sum amerikanska lesandi við Søgu- og Samfelagsdeildina á Fróðskaparsetri Føroya, Randi Ward, helt við støðí í høvuðsuppgávu síni.

Og tey fóru vælnøgd – og ikki minst – ógvuliga imponerað avstað aftur tveir tímar seinni.

Sjálvt fólk, sum meiri ella minni vóru vaksin upp við Olevinu, vistu ikki so nágreiniliga og djúpt, hvussu lív hennara var farið fram. Tað var líka týðiligt, at Olevina – millum manna nevnd Vina – hevði latið fullkomiliga upp fyri Randi og sagt henni sínar mest inniligu og privatu tankar.

Í fyrilestrinum sjálvum var Randi meiri «generell«, men aftaná var møguleiki at spyrja, og tað vóru fleiri, sum nýttu høvið til tað, og tá fór hon niður í smálutir sum vístu, hvussu væl hon var vitandi um tað, hon tosaði um.

Okkum, sum dagliga búgva í Nólsoy, er greitt, at Vina hevur verið ógvuliga hart rakt av lagnuni. Hon hevði ógvuliga stórt stríð við manninum, tá hesin gjørdist sjúkur av Parkinson sjúkuni. Vitanin var ógvuliga avmarkað um hesa sjúkuna tá, og læknarnir royndu enntá at skurðviðgera mannin í eini roynd at gera hann frískan. Í dag vita vit, at tað als ikki ber til at skurðviðgera fyri Parkinson.

 

Mist tveir synir

Men hóast hetta, so hevur Vina altíð verið eitt satt lívsstykki, altíð glað og positiv, og hevur í ríkiligt mát tikið lut í bygdalívinum, ikki minst sum kokkur til bæði gaman og álvara.

Longu sum átta ára gomul tór hon út at arbeiða, fyri at hjálpa familjuni. Hetta var heldur ikki nakað óvanligt tá, tí tíðirnar gjørdu, at øll máttu hjálpa til í húsarhaldinum. Seinni mátti hon sum tólv ára gomul ansa yngru syskjunum, nakað, sum heldur ikki var óvanligt tá á døgum.

Hóast Vina soleiðis er lítil av vøkstri, so hevur hon eitt ógvuliga stórt hjarta, so tað var heilt náttúrligt fyri hana at taka ommusystir sína inn, tá hendan gjørdist húsvill. Hon tók sær av henni til hennara doyggjandi dag, sum kom, tá Vina sjálv mátti til Havnar á sjúkrahús at føða yngstu dáttrina – sum hon valdi at kalla upp eftir ommusystrini, Helena, vanliga nevnd Lena.

Vina virkaði sjálv sum jarðamóðir, eitt starv, sum meiri ella minni gekk í arv. Men tá lógaráseting kom um at møður skuldu eiga á sjúkrahúsunum, fall hetta serliga bygdastarv burtur.

Seinni í lívinum skuldi Vina so eisini kenna sorgina av at missa ikki bert ein, men tveir synir á sjónum. Báðir druknaðu við Føroya strendur, hóast báðir høvdu mangan brattan farið á langferð við fiskiskipum við New Foundland og aðrar fjarskotnar strendur.

Villy druknaði í Vágsbotni, meðan navnframi Ove Joensen sum vit minnast druknaði á Skálafjørðinum í blikastilli á heysti 1987.

Sjálvt dagin í dag er Vina – hóast árini eftirhindini eru farin at tyngja eitt sindur – ótrúliga lívsglað, og tað er helst eisini orsøkin til, at hon hevur latið Randi Ward sleppa so nær inn at sínum lívi.

Undir øllum umstøðum ein fyrilestur, sum bergtók fólk og sum vísti, at tað á ongan hátt var av tilvild, at Randi Ward fekk eitt 11-tal fyri høvuðsuppgávu sína.