Kvinnan, ið tók mannin frá Madeleine

Hon er 21 ára gomul, er modell og hondbóltsleikari. Og so hevur hon eisini verið saman við sjeikinum hjá svensku krúnprinsessuni.

 

 

Madeleine prinsessa og løgfrøðingurin Jonas Bergstrøm høvdu verið par í sjey ár, áðrenn tey valdu at trúlova seg. Tað var ætlanin, at brúdleyppið skuldi vera í summar, men svenska drotningin hevur váttað, at einki brúdleyp verður í ár. Jonas Bergstrøm var ótrúgvur við einari 21 ára gamlari modell úr Noregi.

 

Heili 8 ár eldri er Madeleine prinsessa, og hon er hvørki hondbóltsleikari ella modell. Kanska er tað tí, at sjeikurin var ótrúgvur?