Kvinnan fekk 5 mánaðar

33 ára gamla kvinnan varð í rættinum týsdagin dømd fimm mánaðar fongsulsrevsing fyri at hava verið við í hassjsmugling, men hon verður longu leyslatin um eina góða viku.

Ákærin vildi hava 8-10 mánaðar fongsul, tí hann helt tað verða so mikið álvarsom lógarbrot, sum kvinnan hevði framt. Verjin mældi hinvegin til tríggjar mánaðar.

Kvinnan varð funnin sek í at hava smuglað gott eitt kilo av hassji til landið á páskum í ár, sum hon eisini greiddi frá í rættinum. Hetta var tann fyrsta av fýra ákærum.

Dómarin segði í úrskurðinum, at tað ongantíð varð prógvað, at tað vóru trý kilo av hassji, sum hon hevði tikið ímóti í Vestmanna á sumri í fjør, sum ákærin vildi verða við í tí næstu ákæruni.

Kvinnan varð eisini ákærd fyri at hava hótt persónar í málinum, men fyri hesar ákærur varð hon fríkend.

Kvinnan viðgekk í rættinum hava koyrt bil ávirkað, og hon missir tí koyrikortið í tvey ár fyri rúsdrekkakoyring.

Kvinnan hevur longu verið varðhaldsfongslað í tríggjar mánaðir, og hesir verða drignir frá dóminum á fimm mánaðir. Tá tað er vanligt, at fangar verða leyslatnir, tá teir hava sitið tveir triðingar av dóminum, so verður kvinnan leyslatin aftur um eini tíggju dagar.