Kvinnan visti als ikki, at hon var við barn.
– Vit fingu at vita, at tey hjøvdu funnið mammuna við buksunum niðri um øklarnar og einum nýføðingi í fanginum, segði Gary Young, sum er løgreglumaður í Cottonwood Heighs.
Kvinnan segði, at føðingin kom óvart á hana. Hon hevði onga hóming av, at hon var við barn.
Hannah Knowles, sum býr nærindis staðnum, hoyrdi rokið niðri á gøtuni.
– Eg hoyri eymk av gøtuni. Eg hoyrdi ikki, um tað var skríggj ella grátur, segði knowles.
Eftir føðingina varð nýggja mamman koyrd á sjúkrahúsið. Løgreglan upplýsir, at barnið varð føtt ov tíðliga og er nú í viðgerð.
/ritzau/