Kvinna tikin fyri at smugla

.

Randi Jacobsen


Leygardagin varð ein 28 ára gomul kvinna í Havn varðhaldsfongslað í 14 dagar.

Hon arð handtikin dagin fyri, eftir at tolvaldið hevði lagt halda á nøkur hundrað gramm av hash, sum komin vóru í postinum til kvinnuna.

Politiið kannar málið víðari og skal tosa við fleiri fólk, tí tað kundi hent, at onnur fólk eru uppi í.