Kvinna illa løstað í ferðsluóhappi

Faðir, móðir og trý ára gamli sonurin eru framvegis innløgd eftir ógvusliga ferðsluóhappið á Kaldsbaksvegnum í gjárkvøldið. Støðan hjá kvinnuni er álvarslig. Løgreglan sigur, at hálka var høvuðsorsøkin til álvarsliga ferðsluóhappið við Sund á Kaldbaksvegnum í gjárkvøldið, har tveir bilar rendu saman.

Annar bilurin rendi útav og fórst somikið illa, at sløkkiliðið mátti skera ferðafólkini leys.

Við trimum sjúkrabilum vóru øll fýra send á Landssjúkrahúsið: Eitt par í 30unum og trý ára gamli sonur teirra, umframt mannligi førarin í mótkoyrandi bilinum. Hesin síðsti er útskrivaður aftur, meðan barnafamiljan, sum er av bygd, er innløgd enn.

Sambært løgregluni er kvinnan framvegis uttan vit og í lívsvanda, tí hon hevur fingið skaða í høvdið. Tað gongur framá hjá pápa og soni.

Nærri kanningar skulu nágreiniliga staðfesta, hví óhappið hendi.