Kvinna doyði í ferðsuvanlukku

Hetta vikuskiftið eru fleiri óhapp hend á Kaldbaksvegnum. Tað eina kravdi eitt mannalív. Tann mest álvarsama vanlukkan hendi leygarkvøldið, har tveir bilar stoyttu saman í hálkuni. Í eina bilinum var ein familja, har sagt varð at støðan hjá kvinnuni var rættiliga álvarsom eftir óhappið. Í gjár komu so boðini um, at kvinnan, ið var av útlendskum uppruna, doyði av løstinum.

sunnumorgunin var eitt annað ferðsluóhapp nakað innanfyri Sund. Her koyrdi ein bilur ? í hálkuni - niðan vegnum um 5-tíðina. Ein kvinna og ein maður vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar við snuddum í andlitinum.

Og beint eftir klokkan 9 í morgun fekk løgreglan fráboðan um eitt triðja óhapp á nærum sama strekki, har ein bilur fór niðan av vegnum. Í hesum bilinum var ein einsamøll kvinna, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Eisini í hesum óhappinum var hálka eina orsøkin.