Ein útlendsk kvinna meiddi sær fótin á veg av Trøllanesi norður á Kallin í gjár. Løgreglan fekk boð um tað stutt fyri klokkan 13 og boðsendi sjúkrabilatænastuni. Men av tí, at tey hildu, at kvinnan hevði keikt ella brotið fótin, varð tyrlan boðsend, og hon flutti kvinnuna á Landssjúkrahúsið.