Kvinna datt út av ferju í Norðsjónum

Tað eydnaðist manningini á DFDS-ferjuni Princess Seaways at bjarga einari 23 ára gamlari kvinnu, sum datt út, tá ferjan mánakvøldið var á veg úr Newcastle í Onglandi til Ijmuiden í Niðurlondum. Kvinnan hevði sett seg á ein gelendara at roykja, tá hon datt út.

Ferjan steðgaði alt fyri eitt og kom aftur á staðið, har hon var, tá kvinnan datt út, og 34 minuttir seinni var kvinnan komin umborðaftur. Hon var køld og illa fyri og varð alt fyri eitt flutt á sjúkrahúsið, sum er umborð á ferjuni. Har fekk hon hjálp frá manningini og læknum, sum vóru við sum ferðafólk. Síðani varð hon flutt við tyrlu til sjúkrahúsið í Scarborough í Onglandi, hagar hon kom hálvanannan tíma, eftir at hon var dottin út. Kvinnan slapp av sjúkrahúsinum dagin eftir.

Andreas Kristensen, sum er skipari á Princess Seaways, sigur við heimasíðuna maritimedenmark,dk, at bjargingin vísti, at manningin á ferjuni dugdi tað, sum hon hevur lært.