Kvinna dømd 10 koyrlasløg fyri at koyra bil

Ein dómstólur í saudiarabiska býnum Jeddah kom í dag til ta niðurstøðu, at Sheima Jastaniah skal hava 10 koyrlasløg, tí hon hevur koyrt bil. Løgreglan tók hana í juli, tí hon koyrdi bil, og tað hava kvinnur í Saudiarabia ikki loyvi til.

Ein onnur kvinna, Madiha al-Ajrush, varð tikin í gjár, tí hon koyrdi bil í høvuðsstaðnum Riyadh. Ein fronsk tíðindakvinna, sum ger ein film um saudiarabiskar kvinnur, var í sama bili. Hon bleiv eisini tikin, men varð latin leys, tá franska konsulátið legði uppí. Eina løtu seinni varð Ajrush eisini latin leys.

Tann 17. juni settu fleiri saudiarabiskar kvinnur seg upp ímóti forboðnum um at koyra bil. Eitt líknandi tiltak var í 1990, og tá fingu 47 kvinnur harða revsing.