Danska blaðið Berlingske hevur í dag endurgivið orðarætt, hvat var sagt í umstríddu ljóðupptøkuni hjá Kringvarpinum av samrøðuni millum landsstýrismannin og aðalstjóran í Vinnumálaráðnum.
Kringvarpið hevur annars fingið fútabann ímóti at brúka upptøkuna.
Kringvarpsstjórin sigur nú í einari fráboðan, at Kringvarpið hevur ikki brotið fútabannið.
–Nú Berlingske á forsíðuni endurgevur tað, sum teir siga er at hoyra í ljóðupptøkuni av samrøðuni millum Helga Abrahamsen og Herálv Joensen, skal eg gera vart við, at KvF ikki hevur brotið fútabannið. Sum almennur stovnur heldur KvF seg til galdandi lóg og rætt, sigur Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum.
– Í fútabanninum verður sýtt KvF at spæla ella á annan hátt almannakunngera ljóðbrotið. Hetta bannið virða vit framvegis. KvF hevur ikki spælt ella almannakunngjørt ljóðbrotið. KvF hevur heldur ikki útflyggjað nakra upptøku ella avskrivt av upptøkuni. Tað hevði verið brot á fútabannið, sigur kringvarpsstjórin.