Skjølini í Kringvarpinum, sum Sosialurin hevur endurgivið burturúr, hava nú fingið starvsrættarligar fylgjur á stovninum. Tí í kjalarvørrinum av almennu umrøðuni av málinum, fekk Liljan Weihe ætlanarskriv um uppsøgn. Freist hennara at svara er hósdagin í hesi vikuni. Sigmund Poulsen, sakførari hennara og Jóhan Pauli Helgason, formaður í BLF hava báðir ført fram, at uppsøgnin er ógrundað. Um eitt bil kemur ætlanarskrivi her á in.fo.
Hetta skjalið er skrivað av Liljuni Weihe og er dagfest 23. oktober 2017:
"Notat - Telefonsamrøða við Rúna Heinesen, stýrisformann, um gegnistrupulleikar hjá Johnny í Grótinum í sambandi við Skattamálið
Vit skulu gera sakligan, óheftan og kritiskan journalistikk. Tað krevur, at mín integritetur er intaktur. Tí setti eg meg í samband við stýrisformannin.
Tað er komið fram, at ein av lyklapersónunum í Skattamálinum er Regin Hammer, sum er besti vinmaður hjá Johnny. Tí føli eg, at eg havi skyldu til at kunna stýrisformannin um mínar bekymringar um gegnið hjá stjóranum. Tað er serliga skerpandi, tí skattamálið nú liggur hjá fútanum – og um ákæra verður reist, so verður Regin Hammer helst ein partur av persónsgallarínum. Hetta tí Regin Hammer steðgaði almannakunngerini av frágreiðing um Eik 2010, sum vísir, at rakstrartapið hoyrir heima í 2010 – ikki í 2011.
Hetta er, sambært bráfeingisstjóranum á Taks, eitt avgerandi skjal, sum Eik Banki ikki kunnaði Taks um í sambandi við frádráttin á hálva milliard krónur.
Tað stríðir ímóti leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið, at Johnny involverar seg so nógv í eitt mál, sum hevur so stóran týdning fyri besta vinmann hansara.
Sí kapitul 2 í leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið:
2. Integritetur og ábyrgd
2.1 Tað áliggur øllum fjølmiðlum og tí einstaka fjølmiðlafólkinum at verja integritetin og trúvirðið, so arbeiðast kann uttan trýst frá einstaklingum ella bólkum, sum av politiskum, fíggjarligum ella øðrum orsøkum kunnu hugsast at vilja ávirka innihaldið.
2.2 Fjølmiðlafólk eiga ikki at átaka sær uppgávur, arbeiði, búskaparligar ella aðrar bindingar, ið kunnu skapa iva um, hvat endamálið er við kunningaruppgávuni. Tey eiga ikki at koma sær í støður, har ivi kann sáast um teirra trúvirði, og tey eiga at gáa um viðurskifti, ið kunnu ávirka gegnið hjá tí einstaka fjølmiðlafólkinum.
2.3 Fjølmiðlafólk eiga ikki at misnýta sína støðu til egnan fyrimun.
2.4 Fjølmiðlafólk eiga at sleppa undan uppgávum, sum stríða ímóti teirra samvitsku ella sannføring, ella sum stríða ímóti góðum fjølmiðlasiði.
Eg meti eisini, at tað stríðir ímóti Kringvarpslógini, at stjórin er so aktivur í tíðindaflutninginum, tá tað stendur tilskilað í lógini, at stjórin skal taka serlig atlit til journalistiskan førleika, tá fólk verða sett á tíðindaredaktiónunum. Sjálvur hevur ongar miðlaroyndir og onga miðlaútbúgving, mrn hevur ein virknan leiklut á redaksjónunum.
Fyri Johnny’sa egnu skyld, má hann eftir mínum tykki lata vera við at blanda seg so nógv uppí tíðindaflutningin um Skattamálið.
Hvussu hevur Johnny blandað seg uppí seinastu vikurnar:
- Fríggjadagin 22. september vendir Johnny sær beinleiðis til stjóran á TAKS, Eyðun Mørkøre, og biðjur hann um hansara áskoðanir um frágreiðing hjá Bárði Larsen og um journalistikkin hjá Kringvarpinum. Hetta uttan at ráðføra seg við tíðindaleiðara, redaktør ella journalistin í húsinum, sum hevur dekkað málið, fyrst. Johnny biður somuleiðis Eyðun um samskiftið millum Taks og Kvf. Eisini hetta uttan at spyrja seg fyri í húsinum fyrst.
- Johnny ger týsdagin 26. september avtalu við Eyðun Mørkøre, stjóra á TAKS, um at hann skal sleppa í sjónvarpsstovuna at greiða frá sínum sjónarmiðjum um frágreiðingina hjá Bárði Larsen. Hvørki tíðindaleiðari, redaktørur ella journalistur vóru kunnað um, at Johnny samskifti beinleiðis við keldur í tíðindaflutninginum, og vit greiddu stjóranum frá, at keldur hjá okkum bert sleppa framat miðlapallunum hjá Kringvarpinum uppá okkara premissur. Vit eiga redigeringsrættin. Tað ber ikki til at gera avtalur við kringvarpsstjóran um at sleppa framat mikrofonum kringvarpsins. Eyðun Mørkøre var tó gestur í sjónvarpsstovuni hetta týskvøldið. LW var vertur.
- Vikuna eftir verði eg sjúkrameldað í tríggjar vikur orsakað av kenslu um misálit og ovurhonds stórum eftirliti. Fyrstu vikuna eg eri sjúkrameldað, tekur Johnny tað óvanliga stigið og vendir sær til Fjølmiðlanevndina og biður hana taka Skattamálið upp til viðgerðar.
- Vikuna eftir, eina viku áðrenn eg komi aftur til arbeiðis, mannar Johnny ein eftirmetingarbólk, sum skal eftirmeta dekningin av Skattamálinum. Hetta uttan at kunna hvørki leiðslu, meg ella Jan Lamhauge, sum hevur staðið fyri dekninginum.
Í dag fekk eg innlit í teldupostsamskifti, sum Johnny hevur havt við lyklapersónar í Eik Banka meðan hann var stjóri á landssjúkrahúsinum. Hann hevur samskift beinleiðis við Torben Nielsen, nevndarformann í Eik, og fingið útvegað eina rúgvu av tilfari frá honum fyri síðani at leka hetta tilfar til journalistar á tíðindadeildini í vár. Í hesum tilfari er eisini privat korrespondansa millum Johnny og Jan Lamhauge frá 2016. Tað er merkisvert, at ein vanligur borgari, sum Johnny var tá, samskiftir beinleiðis við nevndarformannin í Føroya størsta banka. Uppaftur meira undrunarvert er tað, at nevndarformaðurin útflýggjar trúnaðarskjøl til ein vanligan borgara. Serliga tá hugsað verður um, at vit, journalistarnir, ið hava dekkað málið, hava havt meira enn trupult við at fáa orðið á Torben Nielsen, nevndarformann.
Jan Lamhauge hevur í dag fyrst tosað við Johnny um gegnistrupulleikan og síðani eisini í telduposti gjørt vart við hetta. Eg var á cc.
Men hóast hesa ávaring, so sendi Johnny enn einaferð tilfarið frá Torben Nielsen til ein journalist á tíðindadeildini seinnapartin. Men tilfarið vreingir sannleikan. Millum annað verður víst á, at eksterni grannskoðarin hjá Eik, Spekt, metti, at talan kundi vera um good-will. Nakað sum so seint sum í pressuni í kvøld bleiv avvíst av Spekt og rætting kravd av Taks, sum hevur endurtikið hetta sjónarmið.
Og í kvøld hevur Johnny sent mær sms um, at hann ynskir at vera við á deildarfundi á tíðindadeildini í morgin, har vit fara at umrøða skattamálið. Eg havi sagt honum, at vit mugu tosa saman um hansara gegnistrupulleika í morgin tíðliga.
Fyri at taka samanum:
- Eg havi ikki skilt hví Johnny hevur engagerað seg so nógv í dekningin av skattamálinum. Ongin stjóri hevur undan honum tikið á seg leiklutin sum yvir-tíðindaredaktørur. Og eg haldi eisini, at tað er ein óskikkur, tí tað forðar okkum í at gera okkara arbeiði, men somuleiðis kann tað eisini gerast ein trupulleiki hjá stjóranum sjálvum.
- Nú skilji eg, at Regin Hammer hevur ein høvuðsleiklut í málinum. Samstundis er hann besti vinmaður hjá Kringvarpsstjóranum. Eg kann ikki bara venda blinda eygað til tað.
- Uppíblandingin hjá Johnny hevur longu fingið avleiðingar fyri tíðindaflutningin – í ringasta føri kann tað fáa avleiðingar fyri trúvirðið hjá Kringvarpinum. Tí kunni eg stýrisformannin um hetta.
- Eg fari somuleiðis at práta við Johnny um hetta í morgin. - Eg umhugsi eisini at kunna Mentamálaráðið um støðuna. "