Kveikingarfundur um innovatión og entreprenørskap

Týsdagin klokkan 13.30 fer Cristian Vintergaard, stjóri í Young Enterprice í Danmark, at halda ein fyrilestur fyri lærarum á miðnáms- og yrksiskúlum, eins og fyri einstaklingum, vinnu og fyritøkum um evnið:

Týsdagin klokkan 13.30 fer Cristian Vintergaard, stjóri í Young Enterprice í Danmark, at halda ein fyrilestur fyri lærarum á miðnáms- og yrksiskúlum,  eins og fyri einstaklingum, vinnu og fyritøkum um evnið:

 

Samstarv millum útbúgvingarstovnar og vinnu um entreprenørskap og innovatión.

 

Endamálið við fundinum er at kveikja og menna samstarvið millum útbúgvingarstovnar og fyritøkur og vinnulív.  

 

Entreprenørskapur, íverksetan og innovatión er grundleggjandi neyðugt, fyri at skapa menning og nýhugsan í samfelagnum – eisini í Føroyum. Tí bjóða vit áhugaðum einstakligum, virkjum og lærarum á fund í sambandi við, at vit fáa vitjan av stjóranum í Young Enterprice (Ungt Virki) í Danmark. Vinnuni tørvar útbúgvingar, og útbúgvingunum tørva samstarv við vinnuna.

 

Tað er mangan, at tað júst eru tey ungu, sum skapa tey nýggju hugskotini, sum skulu slóða fyri framburði, men tað er neyðugt at vinna og fyritøkur eru ein nattúrligur partur av hesum. Somuleiðis er tað týdningarmikið at innovatión er brúkararikin, og at tað ber til at seta nýggju hugskotini í verk, at tey kunnu gerast ein vøra ella ein tænasta sum kann gagna samfelagnum.

 

 

Tí er tørvur á, at virkir og skúli finna mennandi samstarvshættir, so at tey góðu hugskotini kunnu kanaliserast inn har, sum tey kunnu verða sett í verk.

 

 

Vinnan ger tað ikki einsamøll, skúlin ger tað ikki einsamallur. Neyðugt er at lyfta hesa uppgávu í felag.  Altjóða felagsskapurin Young Enterprice og Føroya deildin Ungt Virki er eitt gylt høvi at varpa ljós á innovatión og  hugskot,  og at menna samstarv millum vinnuna  og miðnámsskúlarnar við teirra kjarnuførleikum/sterku síðum.

 

 

– Øll áhugað eru vælkomin, og vit vóna at vinnan og virki møta væl upp, siga fyrireikararnir.

 

Fundurin verður í høllini á Føroya Handilsskúla í Havn týsdagin 20. januar kl. 13.30