Kveikigentur úr Klaksvík

    

Hetta eru ikki mótagentur ella sprund sum skulu luttaka í vakurleikakapping. Hetta er ein deyð mynd av gentum fullar av lívi. Seks tannáringar úr í Klaksvík sum dansa í frítíðini.
Ja, tær eru ringar at koma uttanum. Hesar ungu genturnar, sum eru at síggja allastaðni.
Og kanska er orðið kveikigenta kortini ikki so galið. Í útlandinum siga tey cheerleaders og summi í Føroyum kalla tær fyri heppigentir.
Hesi 17 ára gomlu spundini hava longu í eitt ár dansað og heppað í samband við hondbólt- og fótbóltsdystir. Tær eru fastir fúsur hjá KÍ, men vóru eisini at síggja til landsdystin í hondbólti millum Føroyar og Norra seinasta vikuskiftið.
Til Danmarkar
­ Nú verða tað helst uppaftur fleiri avbjóðingar, siga tær tríggjar Janett, Kitty og Linda við Sosialin. Tær sita inni hjá Janett Niclasdóttir og práta um framtíðina og hvussu tær nú skulu bera seg at, nú teimum stendur í boði at taka lut í stórari dansikapping í Danmark, har sonevndir cheerdansarar fara at kappast um hvørjar eru tær bestu í Danmark.
­ Vit hava upplivað og sæð genturnar hjá FCK upptraðka og dansa, og tað hevur so ikki forskrekt okkum burtur, flenna tær tríggjar, sum allar hava verið við frá byrjan av.
Ringar umstøður
Tær siga annars samdar um, at hugurin at dansa er betri enn umstøðurnar. Síðani tær byrjaðu fyri einum ári síðani hevur tað verið so sum so við venjingarhølum.
­ Trupulleikin er at tað finnast ongi dansihølir av slíkum slag í Klaksvík. Tað allarbesta er at hava hølir, har tað er rímiliga gott anlegg, speglveggir og umklæðingarrúm. Kortini hava vit fingið dansirnar at rigga. Vit eru slopnar at venja í eitt nú Húsarhaldsskúlanum og í Lognbrá, og hetta hevur ikki verið so galið. Men hvar vit sleppa at dansa í framtíðini er eitt sindur óvist.
Fjepparar
Dansigenturnar úr Klaksvík hava annars ætlanir at halda saman í minstalagi eitt ár afturat.
­ Vit tíma væl og tað er stuttligt at upptraðka. Men í longdini er tað strævið at dansa ókeypis og nú hava vit fingið ein av pápunum av umboða okkum, soleiðis at vit fáa sindur burturúr ómakinum.
Tær tríggjar kunnu eisini verða stoltar av sínum avrikum og tískil er tað ikki so løgið, at tær spakuliga eru farnar at hugsa um, hvussu nógv teirra dansur og undirhald skal kosta. Tí hóast tað enn bert er talan um smádreingir, so hava tær fingið sínar fyrstu fjepparar. Og tað er boð eftir teimum.
­ Jú, fólk og feløg taka væl ímóti okkum. Men summir áskoðarar skulu venjast til at tað er tónleikur og dansur í steðginum. Hóast vit í løtuni eru eru tær einastu í Føroyum, so er tað hugsandi at undirhald og dansigentir í samband við ítrótt verða meira vanlig í framtíðini, vænta tær tríggjar Janett, Kitty og Linda.