Kvalmi av ótta

Ein norsk kanning vísir, at ótti og depressiónir eru vanligari orsøkirnar til kvalma enn t.d. kaffi, royking ella alkohol. Kanningin vísir eisini, at bangnir persónar ofta líða av kvalma.

Tone Tangen Haug, yvirlækni á psykiatriskari deild á sjúkrahúsinum í Haukeland, sigur, at teir í hesi kanning løgdu til merkis, at óttin ger, at magin arbeiðir verri, m.a. tí at vøddakreppingarnir verða óregluligir, og kennist tað sum kvalmi. Fyri tveir triðingar av øllum sjúklingunum sum koma til lækna fyri magatrupulleikar, finst eingin fysisk frágreiðing, tí orsøkirnar helst eru sálarligar.

Dagens Medisin