Kvæðarokkur við Brúnna í summar

Tað er nú greitt, at tungmálmsbólkurin, Týr, verður at hoyra Við Brúnna í summar

 

Tað er ikki so ofta, at føroyski tungmálmsbólkurin, Týr hevur konsert í Føroyum. Men eitt undantak verður so á tónleikastevnuni við Brúnna á Oyrarbakka leygardagin 11. Juli.

 

- Týr, sum varð stovnaður í 1998, hevur í dag sáttmála við plátufelagið Metal Blade Records, sum eisini hevur útgivið fyri Metallica, Manowar og Slayer.

 

- Í Føroyum vunnu Týr ikki færri enn tríggjar virðislønir á FMA í fjør. Teir spæla, tað tey kalla víkingamálm, og tilsamans hava teir latið ikki færri enn sjey útgávur av hondum, sum eisini hava selt sera væl uttan fyri Føroyar, siga fyrireikararnir. Nýggjasta útgávan hjá teimum, er fløgan, Valkyrja, sum kom í 2013

 

Manningin í Týr er, frá vinstru, Amon Djurhuus, Terji Skibenæs, Heri Joensen og Gunnar H. Thomsen.