Tey, sum granska ætt og hava røtur á Sandoynni, kunnu hava gleði av nýggjastu Kvørnini hjá Sands Fornminnafelag.
Familjan í gamla býlinginum á Reyn á Sandi er útgreinað aftur til 1600-árini. Ein grein er um minnisvarðan í Skopun og teir sjólátnu, og ein um bøndurnar í Dalsgarð í Skálavík upp gjøgnum tíðirnar.
Í greinini um húsini á Reyni og undir Reynum verður m.a. greitt frá, hvussu lítið kvinnur vóru virdar. Onkur fór ónevnd í grøvini, og ein einkardóttir slapp ikki at arva jørðina eftir pápan.
Kvørnin prentar eisini Hundatáttin, sum varð yrktur í Skopun fyri smáum 100 árum síðan. Hetta er ein stuttligur, men eisini álvarsamur táttur, sum m.a. lýsir viðurskiftini millum ognarar og ognarleys.
Nakað er um meslingarnar, sum gingu í Føroyum í 1846.
Blðstjóri á Kvørnini er Ólavur Clementsen.