Kvøldseta í Leirvík

Hóskvøldið skipar fornminnisfelagið fyri kvøldsetu í Bygdarhúsinum

Hóskvøldið 19. februar kl. 19.30 skipar Fornminnisfelagið í Leirvík fyri kvøldsetu í Bygdarhúsinum í Leirvík.
Kvøldsetan verður skipað á sama hátt sum tær undanfarnu, sum hava verið í Bygdarhúsinum. Talan verður um felagssang, kaffi og nakrir persónar fara at greiða frá ymiskum, bæði viðvíkjandi bygdini og eisini øðrum.
M. a. fer landsantikvarurin, Steffen Stummann Hansen, at greiða frá og vísa myndir frá útgrevstrinum á Toftanesi. Kommunulæknin, Gunnar Bjørkmann, fer at hugleiða um ymist, og Hákun Andreasen fer at greiða frá virksemi Fornminnisfelagsins, og hvørjar ætlanir eru við Gamla skúla.
Tiltakið er ókeypis, og vónar Fornminnisfelagið at fólk møta fjølment. Øll eru hjartaliga vælkomin.