Í kvøld verður filmsheiðurslønin Geytin latin í Norðurlandahúsinum. Við Geytanum verður sjøtil eisini settur á Tóff (Tórshavn Film Festival), sum í átta samfullar dagar setur sjóneykuna á føroyskar, norðurlendskar og altjóða filmar. Hetta er annað árið á rað, at Tóff verður hildin. Skráin er fjølbroytt og fevnir um alt frá barna- til ræðufilmar umframt at áhugaverd tiltøk eru í samband við sýningarnar alla vikuna
Tóff byrjar sunnudagin við filminum Skammarans dóttir, sum snýr seg um Dinu, Skammarans dóttir, sum til sína stóru sorg hevur arvað yvirnátúrligu evnini hjá mammu síni. Hon kann síggja beint inn í sálina hjá øðrum fólkum og fáa tey at skammast yvir alt tað ringa, tey hava gjørt. Tá rætti arvingurin til fúrstatrónina av órøttum verður ákærdur fyri eina røð av ræðuligum morðum, verður mamma Dinu lokkað undir følskum fortreytum at fáa hann at játta. Leikstjóri er Kenneth Kainz.
Sunnukvøldið verður filmurin Vetrarbrøður vístur.Hetta er ein frásøgn um brøður - vit fylgja teirra vanum og siðum umframt eini harðligari ósemju millum teir og eina aðra familju. Hetta er ein øðrvísi søga um kærleika, har yngri bróðurin og tørvur hansara at verða elskaður er í brennideplinum. Leikstjórin Hlynur Pálmason hevur vunnið hópin av virðislønum fyri nógv rósta filmin Vetrarbrøður. Eftir sýningina verður samrøða millum leikstjóran og Jan Berg Jørgensen. Skráin yvir restina av vikuni er at finna á nlh.fo.