Mátararnir hjá Landsverki boða frá, at tað liggur um frostmarkið at kalla um alt landið. Á Dalavegnum til Viðareiðis eru 2 kuldastig og boðað verður frá hálku her. Á Gjáarskarið eru 3 kuldastig og hált, á Oyndarfjarðarvegnum eru 2 kuldastig, við Norðskálatunnilin, á Kambsdali og á Gøtueiði er nú 1 kuldastig.
Í Kollafirði er somuleiðis 1 kuldastig, á Høgareyni eru 2 kuldastig, á Norðradalsskari eru 3 kuldastig og hált og við Velbastaðháls eru 2 kuldastig.
Á Sandavágshálsi eru 2 kuldastig og á Brekkuni Stóru á Sandoynni eru 2 kuldastig og hált. Í Hvalba er 1 kuldastig og á Fámjinsvegnum eru 2 kuldastig og hált.
DMI sigur, at tað fer niður í 4 kuldastig í kvøld og í nátt og sostatt má væntast, at tað kann vera hált um at landið.