Í kvøld verður skipað fyri felagssangi í Reinsarínum, og felagssangurin verður stroymdur beinleiðis í Kringvarpinum klokkan 19.
Í Reinsarínum hittast fimm tónleikarar, sum fara at standa fyri tónleikinum og undirhaldinum. Manningin, sum verður garantur fyri teimum góðu slagarunum, eru Hjalti Skaalum, Ísak Jacobsen, Kári Olsen, Poul Jákup Thomsen og Jóanis Erik Køtlum.
– Hóast vit ikki kunnu savnast fyri tíðina, so kunnu vit saktans hugna okkum upp á ektaðan føroyskan manér, og tað gera vit best við felagssangi, siga fyrireikararnir.
So tá ræður um at finna góða veitslulagið fram og gloyma korona eina løtu. Tekstirnir til sangirnar eru at finna í Grønu Sangbók, sum kann takast niður á netinum, og tekstirnir koma eisini fram á skerminum.
– Vit hava valt nakrar góðar sangir, sum øll duga at syngja. Hetta er ein møguleiki at fáa eina hugnaliga løtu í kvøld, segði Poul Jákup Thomsen, sum skipar fyri, í tíðindunum á FM1 á middegi.
– At sita saman og syngja skapar samanhald, gleði og samband millum fólk. Tað eru so fantastiska góðir eginleikar í at vera saman um at syngja. Vit føroyingar eiga eina stóra gávu í hesum, sigur hann.