Í kvøld syngur hesin sangarin í Fraklandi

Føroyskur rocksangari spælir 17 konsertir í 18 dagar kring Europa

Rocksangarin Jón Aldará er farin á drúgva konsertferð við finska tungmálmsbólkinum Barren Earth. Konsertferðin er saman við bólkinum Insomnium, og í 18 dagar spæla teir 17 konsertir kring Europa.

Konsertferðin byrjaði mikukvøldið í Týsklandi. Í kvøld eru teir komnir til Fraklands, og í annaðkvøld verður konsert í París. Seinni gongur leiðin til eitt nú Manchester, Islington, Berlin, Prag, Wien, Zürich og München.

Jón Aldará er kendur sum sangari í føroyska metalbólkinum Hamferð, og síðani 2014 hevur hann eisini verið sangari í finska bólkinum Barren Earth. Finski bólkurin, sum var stovnaður í 2008, er nú á sínari fyrstu konsertferð í Europa.

- Hetta er ein góður møguleiki hjá okkum at koma inn á europeiska pallin, og eftir øll hesi árini hjá Barren Earth er hetta eitt stórt stig, sum vit nú taka, sigur Jón Aldará við Vikuskiftis-Sosialin.

Í mars fer Barren Earth í studio at gera upptøkur til nýggja útgávu.

- Eg kenni tað, sum at bólkurin hevur fingið eitt ordilig boost við hesari konsertferðini og nýggju útgávuni, og tað hevur longu víst seg aftur í vaksandi áhuga frá fólki, sigur Jón Aldará.

Longri samrøða við Jón Aldará kann lesast í Vikuskiftis-Sosialinum.