Tveir teir seinastu dystirnir í 37. og næstseinasta umfarinum í Premier League verða í kvøld. Manchester United kann vinna seg í topp fýra, meðan Liverpool eftir heimadystin móti Chelsea fær handað Premier League steypið.
Kvøldið byrjar við at Manchester United spælir ein avgerandi dyst móti West Ham í stríðnum, um at røkka top fýra og luttøku í Champions League komandi kappingarár. Manchester United er ájavnt Leicester í stigum, men hevur spælt ein dyst færri. Júst Leicester, sum liggur á fjórða plássi, skal spæla móti Manchester United í seinasta umfarinum.
Tí kann Manchester United við einum sigri í kvøld leggja seg trý stig framum kappingarneytarnar, og harvið hava ein avgerandi fyrimun undan innanhýsis uppgerðini. Málúrtøkan er í løtuni + 28 hjá báðum, men Leicester hevur skorað fleiri mál.
Seinni í kvøld verður ball í Liverpool, tá Premier League steypið verður handað. Áðrenn tað skal Liverpool spæla móti Chelsea, ið eisini er við í stríðnum um at røkka Champions League til komandi kappingarár. Chelsea hevur eitt stig fleiri enn Leicester og Manchester United.
Tað verða ongir áskoðarar á Anfield, tá Jordan Henderson tekur ímóti steypinum. Liverpool hevur gjørt ein pall, sum er á The Kop endanum á Anfield. Tá liðskiparin tekur móti steypinum hevur hann upp á minni enn fimm hundrað dagar lyft Premier League-, Champions League-, European Super Cup- og FIFA World Club Cup steypið.
Premier League 37. umfar:
Manchester United – West Ham (18.00)
Liverpool – Chelsea (20.15)
1 | Liverpool | 36 | 30 | 3 | 3 | 77:29 | 93 |
2 | Man City | 37 | 25 | 3 | 9 | 97:35 | 78 |
3 | Chelsea | 36 | 19 | 6 | 11 | 64:49 | 63 |
4 | Leicester | 37 | 18 | 8 | 11 | 67:39 | 62 |
5 | Man United | 36 | 17 | 11 | 8 | 63:35 | 62 |
6 | Wolves | 37 | 15 | 14 | 8 | 51:38 | 59 |
7 | Tottenham | 37 | 16 | 10 | 11 | 60:46 | 58 |
8 | Sheffield United | 37 | 14 | 12 | 11 | 38:36 | 54 |
9 | Burnley | 37 | 15 | 9 | 13 | 42:48 | 54 |
10 | Arsenal | 37 | 13 | 14 | 10 | 53:46 | 53 |
11 | Everton | 37 | 13 | 10 | 14 | 43:53 | 49 |
12 | Southampton | 37 | 14 | 7 | 16 | 48:59 | 49 |
13 | Newcastle | 37 | 11 | 11 | 15 | 37:55 | 44 |
14 | Crystal Palace | 37 | 11 | 9 | 17 | 30:49 | 42 |
15 | Brighton | 37 | 8 | 14 | 15 | 37:53 | 38 |
16 | West Ham | 36 | 10 | 7 | 19 | 47:60 | 37 |
17 | Aston Villa | 37 | 9 | 7 | 21 | 40:66 | 34 |
18 | Watford | 37 | 8 | 10 | 19 | 34:61 | 34 |
19 | Bournemouth | 37 | 8 | 7 | 22 | 37:64 | 31 |
20 | Norwich | 37 | 5 | 6 | 26 | 26:70 | 21 |