TÓNLEIKUR
Fyrst var tað Fuglakvæðið, sum varð tolkað í eini munandi meiri rockkendandari útgávu. Síðani tók Týr Ormin Langa og gjørdi hann til fólkaogn. Eftir tað hava vit fingið fleirtald dømi um, at kvæði tola at verða tolkað av nýggjum.
Úrslitið hevur fleiri ferðir verið so mikið gott, at nýggja útsetingin hevur verið ein sonn landaplága.
Nú eru tað aftur tveir, ið tulka gomlu føroysku kvæðini á ein nýggjan hátt. Danin Poul Bjerager Christiansen og hálvi føroyingurin Rune Tonsgaard Sørensen hava latið fløgu av hondum, har teir bera fram eitt nú Brestiskvæði og Sinklars Vísu sum lættan fólkatónleik.
Báðir spæla violin, sum tískil er berandi ljóðføri á fløguni, men hetta verður eisini stuðlað av millum annað orgul og harpu.
Byrjði við føðingardegi
25 ára gamli Rune Tonsgaard Sørensen er hálvur føroyingur í faðirætt. Pápin er Bjarni Sørensen úr Havn. Tískil er hann uppvaksin við føroyskum tónleiki og dansi. Poul Bjerager Christiansen hevur eisini eitt stórt innlit í føroysku kvæðamentanina. Teir báðir eru menninir handan fløgu útgávuna, men hóast báðir kenna nógv til føroyskan dans og vísumentan, so var tað kortini meira tilvild enn nakað annað, at fløguútgávan gjørdist veruleiki.
– Upprunaliga var bert talan um eitt lítið føðingardagshugskot til pápa mín, sum fylti 60 ár, sigur Rune Tonsgaard Sørensen. Poul Bjerager Christiansen spurdi seg, um tað ikki hevði verið eitt hugskot, at gjørt nakrar fortolkningar av føroyskum kvæðum sum eina øðrvísi føðingardagsgávu.
– Talan var einans um nøkur fá løg, men vit fóru so víðari við tí og tað endaði sum eitt fantastiskt projekt, sum eisini hevur verið sera stuttligt, sigur Rune Tonsgaard Sørensen.
Tvær konsertir í Føroyum
Úrslitið er ein fløga við 13 skeringum. Fyrsta skeringin er brot úr einum kvæði, aðrar skeringar eru kvæði og vísur framborin á violin, meðan tað í øðrum støðum verður blandað, soleiðis at kvæðini og fólkatónleikurin yvirlappar hvørt annað.
– Fyrstu ferð, sum vit royndu hetta, vistu vit, at hetta riggaði. Vit hava heldur ikki hoyrt annað enn, at tað er sera gott, fortelur Poul Bjerager Christiansen. Hann greiðir frá, at teir báðir millum annað hava spælt til eitt hátíðarhald hjá dansifelagnum Fótatraðk.
– Eisini her varð tað væl móttikið, sigur Poul Bjerager Christiansen, sum saman við Rune Tonsgaard Sørensen hevur tvær konsertir í Føroyum.
Tann fyrra er útgávukonsert í TUTL-handlinum og tann seinna er í Sjónleikarahúsinum, har skipað verður fyri føroyskum dansi aftan á.
– Føroyingar í Danmark lata sera væl at hesi nýskapan, sum fløgan umboðar, og vit vóna at tað sama verður galdandi í Føroyum, sigur Poul Bjerager Christiansen, sum eisini gleðir seg nógv til føroyska dansin aftan á konsertina í Sjónleikarahúsinum.
Næsta útgávan er ávegis
Góða móttøkan øðrvísi tónarnir hava fingið í Danmark hava millum annað havt við sær, at Dansk-Færøsk Kulturfond hevur játtað pening til eina nýggja fløgu frá teimum báðum. Á hesari útgávu skulu kvæði, sangur og ljóðføri mynda hvørja skering.
Á Føroyaferðini fara teir báðir at tosa við útgávufelagið Tutl og Sláið Ring um hvussu ein slík útgáva best verður skipað.
--------------
FAKTA
Fiddling Faroes er heitið á fløguni frá Poul Bjerager Christiansen og Rune Tonsgaard Sørensen. Talan er um gomul føroysk kvæði og vísur, sum verða borin fram í løttum fólkatónleikarakendum hami – 13 skeringar tilsamans.
Teir báðir Poul Bjerager Christiansen og Rune Tonsgaard Sørensen hava tvær konsertir í Føroyum. Eina mánadagin 26. oktober í Tutl-handlinum og eina týsdagin 27. oktober í Sjónleikarahúsinum, har farið verður upp á gólv aftaná.