Høgrarák og vesturætt
landsuðurrákið fossandi rekur
nú er vorðið so illa statt
fólksins ogn kúgandi valdið tekur
Eyðrænandi ríkmannalið
spekulantar í hópatali
kúgaðu fjøldini ei gevur grið
men ei teir sigra á vali !
Balsam fyri likam og sál
á socialismunnar lovsong lýða
socialismunnar hægsta mál
Fylkjast í hóp ! mót órættvísi stríða !
Socialistiska blóðreyða stríðsbál
máttmikið, geisandi logar
ljómandi frítt um heyg og vál
socialistiska fólkaheimið roðar !
Hànasaða borgarliga afturhald
miðaldar vónloysisstreymar
knúsa tað kúgandi vald !
Socialismunnar fælsisdreymar !
Samhaldsfesti, frælsisstríð !
Frælsisljómur skæri
Socialistiska birtan blóðreyð og fríð
Stríðshugað hvagar eg enn fari
Socialistiska hugsjónin sterk, føgur er
drepandi sjálvsøknisandan køvur
Samhaldsfasta boðskapin ber
Stríðshugaða fjøldin máttmikil, føgur !
Kammerátar ! Hevjum stríðsmerkið hátt !
Sigursæli stríðslúður vil ljóma !
Kammerátar ! Vit koma aftur brátt !
Socialistiska fragdarglæman sýnir alra sóma !
----
1. mai 2012
Sólmundur