Alt bendi á eina óvæntaða brotssparksavgerð, tá belgiska Standar Liege í 118 minuttir helt Liverpool frá at skora á Anfield. Eftir 0-0 í fyrru uppgerðini bíðaðu ónøgdu heimaáskoðararnir bara eftir brotssparkskappingini, men so var tað, at Dirk Kuyt bjargaði Liverpool við einasta málið í uppgerðini. Hvussu ein brotssparkskapping hevði háttað sær, er ilt at siga, men tað er lætt at staðfest, at málið hjá Kuyt var hundraðtals milliónir vert hjá siðvanda enska stórfelagnum, og so var tað skilligt, at fagnaðurin var stórur.










