Kurt Strand er givin

Kurt Strand, sum hevur verið vertur á sendingini Deadline, hevur sagt sítt starv upp hjá Danmark Radio. Tað váttar hann fyri danska BT.

- Tað er rætt, at eg havi sagt upp. Orsøkin er, at fyritøkan er í kroystari støðu, sum hevur við sær, at fólk verða uppsøgd. Eg vænti, at eg hevði verið ein teirra, sigur hann.

Garvaði fjølmiðlamaðurin er serliga gitin sum høvuðsmaður í sendingini Deadline, sum hevur verið víst á DR2.

Hann hevur arbeitt hjá DR í gott og væl 25 ár.

- Tað var ein sera torfør avgerð, tí mær hevur dámað væl. Tað hava verið 25 fantastiskt ár, sigur hann við BT, og leggur afturat, at tað er eingin illvilji millum hann og DR.

Kurt Strand hevur eisini roynt seg við fyrilestrum, sum undirvísari og rithøvund. Tað er millum annað tað, sum hann væntar at fáast við í framtíðini.

Kurt Stand, sum er útbúgvin journalistur, gevst á DR seinast í september.