Kurt skoraði

Noreg: Men føroyski málskjúttin er ikki nøgdur við úrslitini í fyrstu trimum dystunum í ár

Kurt Mørkøre skoraði fyri felag sítt, Sogndal, tá liðið spældi á heimavølli móti Skeid.

Men tað rakk ikki meira enn til javnleik hjá Sogndal, sum eitt skifti var á odda til 2-0. Kurt Mørkøre skoraði málið til 2-0 í fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki var Skeid á odda 3-2, men Sogndal javnaði til 3-3. Julian Johnsson og Kurt Mørkøre spældu báðir allan dystin fyri Sogndal, og Julian gjørdi brotsspark, sum hevði við sær eitt av málunum hjá Skeid.

Trý umfør eru nú spæld av norsku kappingini, Sogndal hevur spælt tveir dystir javnar og tapt ein, og tað eru teir í Sogndal ikki nøgdir við.

? Vit hava fingið ein trupulleika við deyðbóltum, tí øll málini, sum eru gjørd ímóti okkum í ár, eru komin eftir deyðbóltar, sigur Kurt Mørkøre.


Nógv kann hendan

Hann heldur, at enn er ov tíðliga at avskriva Sogndal í kappingini um uppflytingarplássini, hóast liðið ikki er komið væl frá byrjan.

? Enn eru bara tríggir dystir spældir, og tað kann framvegis henda nógv í kappingini, sigur hann.

Sogndal hevur sum mál at flyta upp í bestu norsku deildina, og teir halda seg vera væl fyri við fólki í løtuni. Álopið meta teir sum teirra besta í fleiri ár, og tað er serliga takka veri Kurt Mørkøre, sum teir halda hevur styrkt álopspartin munandi. Í teimum 15 venjingardystunum undan kappingini, skoraði Kurt 10 mál.

Julian Johnsson eigur fast pláss á miðvøllinum hjá Sogndal, har hann, sum honum líkt, ger eitt stórt arbeiði.