Kurt aftur í gamla lagnum

Toppskjúttin hjá Sogndal skoraði einasta málið, tá teir vunnu á útivølli

Allir tríggir føroyingarnir vóru á liðnum, tá Sogndal sunnudagin vann 1-0 á útivølli. Við sigrinum styrktu teir um støðuna á triðja plássinum. Lyn, sum hevur 43 stig, og Strømsgodset, sum hevur 31 stig, tykjast hava beina kós móti bestu deildini.

Sogndal hevur 29 stig, og teir stríðast við gamla felagið hjá Juliani Johnsson, Kongsvinger, um 3. plássið, sum gevur rætt til at spæla um eitt pláss í bestu deildini. Kongsvinger hevur 27 stig.


Kurt høvuðsleikari

Ein føroyingur var í hvørjari Sogndal-ketuni á útivølli móti botnliðnum, Skeid. Sogndal var fyri tað mesta undir trýsti, men Hans Fróði Hansen og hinir har afturi megnaðu tó at halda tætt. Tað var ikki minst málverjanum fyri at takka, og varð hann eftir dystin mettur at vera besti maður á vøllinum.

Í Sogndal álopinum megnaði Kurt Mørkøre tað, sum eingin á vøllinum gjørdi. Í 38. minutti sendi hann bóltin á tvørtræið og í málið. Átta minuttir undan leikloki varð Kurt tikin av vøllinu.

Komandi sunnudag skulu teir tríggir føroyingarnir og hinir í Sogndal aftur spæla á útivølli. Tað verður ivaleyst torført hjá teimum móti Byåsen.