Kunnu vinna milliardir upp á veiðuloyvir

Reiðarar kunnu vinna milliardir uppá sølu av skipum við veiðuloyvum, nú avreiðingarvirðið í uppsjóvarvinnuni er fimmfaldað

 

 

Avreiðingarvirðið í uppsjóvarvinnuni verður fimmfaldað í 2014 samanborið við 2009 metir Kári Petersen, búskaparfrøðingur.

Hann sigur við Sosialin, at nýggja makrelavtalan, sum føroyingar hava gjørt saman við eini endurmeting av stovninum førir við sær, at avreiðingarvirðið í uppsjóvarvinnuni verður umleið 2 milliardir í 2014.

Hetta merkir, at skipini í flotanum, sum er verd umleið 1 til 1,5 milliardir, kunnu seljast fyri 5 til 7 milliardir krónur saman við veiðuloyvunum, sum eru latin ókeypis.

Einki forðar eigarunum í at koyra teir pengarnar í lumman, sigur Kári Petersen.

Í vikuskiftissosialinum er samrøða við Kára Petersen og her sæst somuleiðis ein talva yvir mett avreiðingarvirði og vinningsbýtið, sum hevur verið seinastu árini.