Kunnu vinna eitthvørt lið

Málverjin hjá Kyndli er einans 18 ára gamal. Lars Black er skaddur, og tí lá stóra ábyrgdin á ungu herunum hjá Magnusi Matras. Hann kláraði seg sera væl og helt mangan lív í Kyndli.

Týdningurin av dystinum tóktist ikki at ávirka Magnus. Hann heldur tað tó vera keðiligt, at teir ikki vunnu dystin.

Hvussu upplivdi tú dystin?
Tað var ein góður dystur við spenningi og drama.

Tað gjørdist eitt sindur heitt móti endanum.
Ja, dómarin dømdi eitt brotskast, og eg dugi als ikki at síggja, hví hann dømdi tað. Síðani skoraði Neistin aftur, og vit hildu, at vit høvdu tapt dystin. Seinni vísti tað seg tó, at tíðin var farin, áðrenn síðsta málið varð skorað, og tí endaði tað við javnleiki. Hetta er fínt hjá okkum, tí at vit hava ongan javnleik spælt í ár. Tí telur tað ikki, tá stigini verða koyrd í helvt, um vit ongan javnleik spæla afturat.

Er Kyndil á veg upp eftir stigatalvuni?
Ja, tað er heilt vist. Um vit hava geistin, kunnu vit vinna á einum hvørjum liði. Trupulleikin er bara, at vit hava verið alt ov svingandi, og hetta var eisini galdandi í dag.