Tað er neyðugt, at Rásin í Saltangará, fær eina hægri játtan at arbeiða við, tí sum støðan er nú, klárar hann ikki sína høvuðsuppgávu.
Tað gera foreldur at ungum á Rásini vart við, nú løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár.
Rásin er ein samdøgursstovnur við skúla til ung við menningartarni
Foreldraumboðini gera var við, at tey hava áður gjørt vart við viðurskiftini á Rásini er í, tí sum støðan er nú,fáa næmingarnir ikki ta tilboð, sum varð lovað teimum.
- Eftir loknan skúladag, er bert eitt starvsfólk til arbeiðis frá klokkan 15 seinnapartin til klokkan 8 morgunin eftir.
- Inni eru sjey næmingar við sera ymiskum trupuleikum.
Avleiðingina starvsfólkatrotinum er at ein stórur partur av tí sosialnámsfrøðiliga arbeiðnum manglar.
- Møguleiki er, í størsta mun bert til bólkaátøk og í minni mun til einstaklingaátøk, sigaforeldrini
- Alt í alt ger hetta, at næmingarnir verða sera frustreraðir, fáa óhepnan atburð og kunnu verða til skaða fyri seg sjálvan og onnur.
Tey siga, at hetta kann føra til vánaligan trivna og ótryggleika og avleðingin kann vera, at næmingarnir verða verri fyri á Rásini, enn teir vóru, tá ið teir komu inn á skúlan.
Í́ bústaðarpartinum, har tann sosialnámsfrøðiligi parturin er hornasteinurin í arbeiðinum, vil hesin mangul gera, at næmingarnir ikki læra at verða so sjálvstøðugir ið teir annars kundu verðið, var orkan til staðar, siga tey.
Tí heita tey á øll ið vara av hesum øki, at hjálpa til við, at fáa sett neyðugu orkuna av, so at bøtast kann um støðuna
- Tað er alneyðugt, skulu allir hesi næminga, ikki noyðast at vera brúkarar av almannaverkinum eftir skúlatíð, leggja tey afturat.