Kunnu vænta lýtt veður um vikuskiftið

Eitt brúgvalag liggur yvir Føroyar og viknar. Tað flytir seg eystureftir, samstundis sum eitt hátrýst mennir seg við Skotland.

 

Veðrið í dag. Tað verður eitt gul til stívt andøvsgul av vestri, 5-10 m/s, ið seinni flytur í ein útsynning. Tað verður skíggjað og ælaveður. Hitin fer at liggja millum fýra og nýggju stig.

 

Veðrið leygardag og sunnudag. Gul til stívt andøvsgul úr útsynningi og vestri, 5-10 m/s. Sunnunáttina minkar vindurin niður í eitt lov, 3-8 m/s. Hesar dagarnar verður skiftandi skýloft við ælum. Hitin fer at liggja millum fýra og nýggju stig.