Kunnu tapa í Afghanistan

Verða ikki fleiri útlendskir hermenn sendir til Afghanistan, er vandi fyri, at stjórnarherurin og teir útlendsku hermenninir tapa kríggið. Tað skrivar amerikanski generalurin Stanley McChrystal í einari frágreiðing, sum blaðið Washington Post hevur fingið fatur á.

-Hava vit ikki nóg nógvar hermenn, fer alt átakið eftir øllum at døma fyri bakka, skrivar generalurin.

Í frágreiðingini, sum er heilar 66 síður, skrivar Stanley McChrystal, at tað er neyðugt at venda gongdini innan eitt ár, skal tað, sum hóast alt er vunnið, ikki fara fyri bakka.

USA hevur í løtuni 60.000 hermenn í Afghanistan, men herleiðslan fer væntandi at biðja um 30.000 afturat, skrivar Washington Post.