- Í føroyska kjakinum um flóttafólk hevur verið ført fram, at um mann skal taka ímóti flóttafólki, so hevur mann lítla og onga ávirkan á hvørji flóttafólk mann tekur ímóti, sigur Johan Jacobsen, fulltrúi á danska útlendingastýrinum.
Seinastu tíðina hevur verið tikið fram hvussu kostnaðarmikið tað mundi fara at vera hjá Føroyum at taka í móti flóttafólki og bjóða teimum uppihald og viðgerð í Føroyum. Sambært einari útrokning frá 1999, ið táverandi føroyska landsstýrið lat gera, varð komið fram á eina upphædd sum æt millum 200-240 túsund krónur fyri hvørt flóttafólki. Hendan upphæddin tók hædd fyri flutingi úr upprunalandi til Føroya, uppihaldi í Føroyum, umframt tulkatænstu og kreppuhjálp. Men Johan sigur, at flóttafólkini, sum koma hendan vegin, skulu ikki neyðturviluga vera tey kostnaðarmiklastu. Hetta er ein misskiljing, sum er komin í føroyska kjakið, heldur hann.
- Tankin er soleiðis, at mann frá byrjan av bindur seg til at taka ímóti persónum sum eru sera illa fyri og krevja kostnaðarmikla viðgerð ella viðgerð, sum almennu Føroyar ikki megna at bjóða. Men so er ikki heilt - innanfyri nakrar karmar hevur mann sum sagt ávirkan á valið av flóttafólki, sigur Johan Jacobsen.
Sambært §8, stk. 4 í donsku útlendingalóggávuni, so hevur eitt land møguleika at framseta ein profil fyri flóttafólkið. UNHCR finnur fram tey flóttafólkini, sum hóska til profilin og kunnu fáa tilboðið um endurhýsing í Danmark. Eitt viðtali verður gjørt við hvønn persónin og seinni verður avgerð tikin av Útlendingastýrinum um, hvør verður góðkendur til endurhýsing.
Les eisini: Paragraffurnar 7 og 8 í donsku útlendingalógini
- Í seinnu helvt av 2014, varð paragraffin broytt til, at mann kann "vænta at lívskorini hjá viðkomandi varugt verða betraði" við endurhýsing í Danmark og metingin um útveljing skal í staðin taka støði í hvønn mun "at tørvurin hjá flóttanum og tað sum hann væntar sær, kann samanberast við tey kor, ið danska samfelagið hevur at bjóða". Hetta er sostatt viðkomandi fyri núverandi kjakið um flóttar í Føroyum. Og vildi tað verið natúrligt, at mann byrjaði við flóttum, sum vóru rímiliga væl fyri og sum mann kann rokna við kunnu koma út á arbeiðsmarknaðin, sigur fulltrúin á danska útlendingastýrinum.
Umvegis §8 kann ST gera nakrar metingar av flóttafólkunum, samsvarandi við ein ásettan profil, og Danmark kann síðani eftirkanna við støði í §7. Við øðrum orðum er løgfrøðiliga gjørligt fyri Føroyar at minka um fyrisitingarligu byrðuna viðvíkjandi flóttafólki í einum samstarvi við ST og danskar myndugleikar. Somuleiðis merkir hetta, at Føroyar kunnu seta avmarkingar fyri hvørji flóttafólk kunnu koma hendavegin, samsvarandi við førleikarnar í landinum og støðuna hjá flóttafólkunum.