Kunnu stevna Løkke fyri rættin

Í Danmark hevur Hægstirættur gjørt av, at 35 fólk kunnu leggja sak ímóti Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra fyri at hava skrivað undir Lissabon-sáttmálan hjá ES uttan at leggja sáttmálan fyri danska fólkið til fólkaatkvøðu.

Tey 35 løgdu málið fyri Eystara Landsrætt, men í oktober í 2009 gjørdi rætturin av at vísa málinum frá sær, tí rætturin metti ikki, at saksøkjararnir høvdu nakran rættarligan áhuga í at stevna forsætisráðharranum.

Men Hægstirættur hevur eina aðra uppfatan av málinum, og dómararnir eru á einum máli um, at tey 35 skulu hava loyvi at fáa málið viðgjørt í Eystara Landsrætti.

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, stúrir ikki fyri rættarmálinum.

-Har er alt, sum tað skal vera, sigur hann.