Kunnu spara fimm milliónir litrar av olju um árið

Í morgin tekur Klaksvíkar kommuna eina umfatandi, grøna orkuskipan í nýslu, sum enntá er 15 -20 prosent bíligari enn at brúka olju

Í morgin fer Klaksvíkar Kommuna at taka eina nýggja, grøna orkuskipan í nýtslu. Tað er ein nýggj skipan við sjóhita, og kommunan sigur á síni heimasíðu, at tey eru fyrsta kommuna í landinum, sum tekur eina so stóra sjóhitaskipan í nýtslu.

Hetta er eitt stórt fet fram ímóti at gera Klaksvík grønari og at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum, sigur kommunan, og í hesum sambandi verður alment hátíðarald á Biskupstorgi seinnapartin í morgin.

Sjóhitaverkið varð annars sett til í desember og tað hevur virkað til fulnar, men í morgin verður tað so tikið alment í nýtslu.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu, at sum skipanin er nú, fer hon at spara kommununi ímillum 500.000 og eina millión litrar av olju um árið.

Men hon er gjørd soleiðis, at tað ber til at byggja hana út, so at kommunan sparir  upp ímóti fimm milliónir litrar av olju um árið.

Skipanin virkar soleiðis, at sjógvur verður tikin inn í pumpuhúsið við Vágna og fer ígjøgnum ein hitavekslara, sum vinnur hita úr sjónum, sum síðani verður leiddur út í bygningarnar.

Fyrsta byggistig fevnir um miðbýarøkið, av Sandinum niðan eftir Skúlavegi, til Gerðagøtu inn á Stadionøkið, har svimjihøllin, ítróttarhallir, og aðrir orkukrevjandi bygningar eru.

Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini, sigur, at við núverandi oljuprísum fer nýggi sjóhitin at kosta brúkarunum 15-20 prosent minni enn tað kostar at brúka olju.

Leysliga mett kostar verkætlanin 10 milliónir krónur og væntandi verður íløgan vunnin inn aftur eftir 10 til 15 árum.