– Vit fara at gera tað, sum neyðugt fyri at tryggja, at lív og heilsa ikki verður sett í váða, nú pedagogfelagið fer í verkfall í morgin árini.
Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.
Nú pedagogarnir á stovnum undir Almannaverkinum fara í verkfall klokkan átta í morgin ári, hevur Almannaverkið gjørt greitt, at undantøk krevst til 135 pedagogar fyri at støðan skal vera trygg, og so at lív og heilsa ikki verður sett í váða. Her verður hugsað um at tað eru búfólk og viðskiftafólk, sum ikki klára seg, hava tey ikki fólk rundan um seg allan sólarkringin.
– Tað einasta vit hugsa um er at tryggja, at lív og heilsa ikki verður sett í váða og vit fara at gera tað, sum er neyðugt fyri at trygja, at tað ikki hendur, sigur hann.
Hinvegin hevur Pedagogfelagið bara givið undantak til 89 pedagogar, tí tey siga, at tað er eitt nøktandi tal. Almannaverkið hevur biðið um nøkur undantøk afturat, og tær umsóknirnar viðger Pedagogfelagð nú. Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum veit ikki, hvat úrslitið verður, men hann heldur, at tað er ógvuliga ósannlíkt, at tey fara at geva undantak til 135 pedagogar, sum Almannaverkið bað um.
Edvard Heen sigur, at tey sita í kvøld og viðgera støðuna, men at tey fara at tryggja, at lív og heilsa ikki verður sett í váða, tí tað kann ikki henda. Í hesum sambandi kanna tey eftir, hvussu arbeiðið kann leggjast til rættis, so at tað ikki hendur. Men akkurát, hvussu støða verður, vita tey ikki beint nú, tí tað er heldur ikki endaliga greitt, hvussu nógv undantøk tey fáa.
Hann sigur, at tey vilja helst sleppa undan at bróta verkfallið, men er tað hetta ið krevst, verður eisini tað gjørt.
Hann vísir á, at tað er lógarbrot at fara frá fólki, sum eru í vanda fyri at missa lív og heilsu, og statt kann talan eisini verða um at draga hvønn einstakan pedagog til svars, lata tey fólk liggja hjálparleys við vanda fyri at missa lív og heilsu.
– Hetta er ikki ei hóttan, men ein veruleiki, sum skal havast í huganum, tí í slíkum førum hevur hvør einstakur pedagogur eina persónliga ábyrgd av, at lív og heilsa ikki verður sett í vanda, og sleppa tey tí ábyrgdini, er tað revsivert, sigur Edvard Heen.