Kunnu onki siga um semingsuppskot enn

Semingsroyndirnar á Hotel Føroyum, har roynt verður at finna semju um nýggjan sáttmála fyri yvirmenninar hjá Strandferðsluni, hava nú vart í góðar seks tímar. Semingsmenninir ganga ímillum partarnar og royna at finna ein reyðan tráð, sum allir partar kunnu semjast um. Enn er onki at frætta, men annar semingsmaðurin, Alfred Petersen, sigur, at enn er vónleyst at siga, nær eitt møguligt semingsuppskot kann verða lagt fyri partarnar.

Men Alfred Petersen leggur afturat, at hesuferð er ætlanin at samráðast til tað røkkur ella støkkur.

Støkkur tað, verða skipini hjá Strandferðsluni løgd og so er ongin sigling við ferðafólki og farmi ímillum Suðuroy og Havnina, Gomlu Rætt og Sandoy, Havnina og Nólsoy og aðrar farleiðir við og út í Kalsoy.