Kunnu onki gera fyri at hjálpa fiskiflotanum

 Sum støðan er, hava vit ongan møguleika at hjálpa fiskiflotanum burturúr oljukreppuni, sigur Hendrik Old, formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum

Fiskifloti í trongstøðu

 Tað almenna kann onki gera fyri at hjálpa feskfiskaflotanum, sum støðan er.
Tað staðfestir Hendrik Old, formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum.
Trupulleikin er, at oljan er metdýr og fiskaprísirnir eru lágir, so tað rennur skjótt saman ímillum endarnar.
Hann vísir ikki aftur, at vandi er til staðar fyri, at partar í flotanum kemur í svára neyð í heyst.
 Tað er so lítið, landið kann gera, tí tað eru ongi almenn avgjøld við í oljuprísinum til skipini.
Hinvegin er samgongan samd um, at vit fara ikki at lata stuðul aftur.
Formaðurin í vinnunevndini sigur, at stuðulin til rækjuvinnuna varð samtyktur var at varðveita ein rækjuflotafyri ikki at missa tey rættindi, sum vit hava fingið aðrastaðni.
Men heldur hesin oljuprísurin fram, klára skipini seg ikki, men skulu vit tosa um stuðul til feskfiskaflotan, verður talan um heilt aðrar upphæddir ennstuðulin til rækjuflotin og samgongan heldur ikki, at tað er rætt at veita stuðul.
 Stuðulin til rækjuvflotan er ógvuliga avmarkaður,
Kortini vísir formaðurin í vinnunevndini á, at føroyingar eru langt ífrá teir einastu, ið gremja seg um tann høga oljuprísin.
Eisini ES- myndugleikar viðgerða tað truplu støðu, sum fiskiflotin er komin í av tí at oljan er so dýr.
Orsøkin til at teir gera tað er helst tí at teir vænta ikki, at oljuprísurin fer at lækka aftur.
Men eins og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, letur eisini formaðurin í vinnunevndini hurðina standa á glopp.
 Fara ES londini at veita skipunum okkurt slag av oljustuðuli, mugu vit taka støåuna upp til nýggjaviðgerð, tí tá er tað ein spurningur, hvat vit verða tvingað til fyri ikki at missa allan flotan, sigur Hendrik Old.
Heldur hendan gongdin fram koma vit í eina støðu, har vit ikki sleppa undan at viðgera nøkur viurskifti. Men, hvat hendan viðgerðin skal gangaút uppá, hevur hann onki boð uppá nú, tí so verður tað ein heilt serlig støða, sum vit kanska ongantíð hava verið í fyrr.
Kortini heldur hann, at nógv skip eru so væl fyri eftir góðan fiskiskap í nøkur ár, at tey kunnu liggja í 2-3 mánaðir, uttan at fara av knóranum.
 Men fiskiflotin hevur stóra ávirkan á alt virksemi í landinum, tí verða skipini løgd, fær tað stórar avleiðingar fyri virksemið á landi og tað er so aftur ein heilt annar trupulleiki.