Danska stjórnin kann nokta samkyndum hjúnalagi í Føroyum!
Løgtingið kann samtykkja at loyva samkyndum hjúnalagi í Føroyum, men tað er ógreitt um danska stjórnin góðkennir tað
Hóast Løgtingið fer at samtykkja uppskotið um samkynd hjúnalag, er ikki greitt, um danski ráðharrin á økinum fer at seta tað í gildi fyri Føroyar
Tað sigur umsitingini hjá Løgtinginum í eini frágreiðing til Løgtingið, nú trý uppskot um samkynd hjúnalag er lagt fyri Løgtingið. Samstundis er greitt, at uppskotið er nógv fløktari, enn tey flestu hava givið sær far um.
Eitt uppskot er um at broya hjúnabandslógina fyri Føroyar. Men tað er ein donsk lóg, og fyri at hon skal kunna fáa gildi í Føroyum, skal danski ráðharrin seta hana í gildi her í hesum føri. Hon skal sostatt ikki viðgerast í Fólkatinginum
Eitt annað uppskot er um, at samkynd hjún skulu kunna skiljast aftur. Tað er eisini ein donsk lóg, men í hesum føri skal málið leggjast fyri Fólkatingið, sum so skal samtykkja, at lógin er galdandi fyri Føroyar.
Triðja lógin er um at broyta kirkjulógina, so at tað verður staðfest, at bara pør av hvør sínum kyni kunnu giftast, ella verða vælsignað, í kirkju. Tað er ein føroysk lóg, og hana kann Løgtingið samtykkja, og hon er so í gildi, tá ið løgmaður hevur lýst hana.
Umisitingin hjá Løgtinginum sigur, at tá ið talan er um at seta eina danska lóg í gildi fyri Føroyar, er bert loyvt at gera broytingar, sum hava til endamáls at tillaga hana til serlig føroysk viðurskifti.
Umsitingin sigur eisini, at í slíkum førum er vanliga mannagongdin tann, at hetta avtalað ímillum partarnar frammanundan.
Vanliga koma slík uppskot frá landsstýrinum, men tá hevur samskifti longu verið við danskar myndugleikar frammanundan, um at gera tillagingar fyri Føroyar. Men í hesum føri er talan um eitt uppskot frá einstøkum løgtingslimum, og tí hevur einki samskifti verið við danskar myndugleikar, um hetta ber til ella ikki.
Av tí, at tað er ein tulkingarspurningur hjá avvarðandi ráðharra, er tað hann, ið tulkar hvat kemur inn undir “at tillaga lógina til serlig føroysk viðurskifti”.
Spurningurin er, um talan er um serlig føroysk viðurskifti í hesum føri, og um danskir myndugleikar sostatt vilja góðtaka hetta frávik ella ikki.
Tað er eisini ein spurningur um lógin um at loyva samkyndum hjúnum at skiljast, kann verða sett í gildi fyri Føroyar
- Fyri at seta tað í gildi fyri Føroyar krevst, at tað er ein heimild í donsku lógini um at seta hana í gildi í Føroyum.
Í hesum føri var heimildin brúkt áður, og sama heimild kann vanliga ikki brúkast aftur.
Umsitingin vísti tískil á ein annan møguleika, har kirkjulógin kundi broytast, eins og danir hava gjørt.
Í donsku lógini stendur prestar kunnu bera seg undan at víga, og vælsigna, samkynd pør, men ta broytingina vildu tey, sum hava lagt uppskotið fyri Løgtingið, ikki hava í føroysku lógina.
- Fólkakirkjan er annars yvirtikin og sostatt hevur Løgtingið myndugleikan á økinum.
Hinvegin er ætlanin at broyta kirkjulógina, so at bara pør av hvør sínum kyni, kunnu giftast í kirkju.
Umsitingin sigur, at øll hava rætt til somu tænastur frá kirkjuni, men í hesum føri verður vikið frá hesum rætti við tað, at samkynd ikki fáa loyvi til at vígast ella at fáa hjúnabandið vælsignað í fólkakirkjuni.
Við lógarbroytingini verður munur gjørdur á samkyndum og hinskyndum, tí lógaruppskotið fevnir einans um par av ymiskum kyni. Sostatt fáa allir limir í fólkakirkjuni ikki somu rættindi sambært lógini, og spurnartekin kann setast við, um loyvt er at avmarka tænastur fyri ávísan minnilutabólk á henda hátt, heldur umsitingin hjá Løgtinginum
- Viðmerkjast skal tó, at í dag hava samkynd hvørki rætt til at verða gift borgarliga ella kirkjuliga, men við at samtykkja broytingina í hjúnabandslógini, fáa hesi sostatt rætt til at giftast borgarliga, rættindi, sum tey ikki hava havt áður.
Sí alt uppritið frá umsitingini hjá Løgtinginum í skjalinum "UPPRIT", allar niðast undir "Viðkomandi fílar"