Kunnu næstan halda føstulávint í ár sum vit plaga

Tað er einki í vegin fyri, at børnini kunnu ganga grýlu, men skúlar, barnagarðar, býlingar, og onnur, halda føstulávint, men nakrar reglur eiga at verða fylgdar

Eg dugi ikki at síggja nakran trupulleika í, at børnini ganga grýlu á føstulávint í ár, akkurát, sum tey plaga. Tað heldur Pál Weihe, ráðgevari í koronu. Føstulávintsmánadagur er um tríggjar vikur og tað er ein dagur, har nógv plaga at samlast at sláa tunnu og heilda veitslu.

Ein serligur siður á føstulávint er, at børn ganga grýlu, hús úr hús og so fáa tey okkurt góðgæti við sær aftur. Pál Weihe sær ikki tann stóra smittuvandan í, at børnini eisini gera tað í ár. Børn, sum ganga grýlu, plaga ikki at fara inn til fólk, men ey standa í úrhurðini, ella í durunum, og fáa okkurt góðgæti, og so fara tey avstað aftur, Og Pál Weihe heldur ikki, at vísa fólk, sum fáa grýlur á gátt, eitt sindur av fyriliti, skuldi tað ikki verið nakar serligur smittuvandi í tí.

Hinvegin plaga barnagarðar, skúlar, grannaløg og býlingar, og heilar bygdir, eisini at skipa fyri tunnuslátri og øðrum tiltøkum á føstulávint, og Pál Weihe heldur, at her er tað orsøk til at rópa varskó.

Hann heldur nevniliga ikki, at heilir skúlar, og heilir barnagarðar, skulu sláa tunnu saman. Skulu tey sláa tunnu, eigur hvør flokkur í skúlanum, og hvør stova í barnagarðinum, at sláa tunnu hvør sær. Endamálið er, at bara tey børnini skulu vera saman at sláa tunnu, sum annars eru saman til dagligt.

Eitt av tilmælunum í royndunum at forða fyri, at korona skal breiða seg, er, at vit skulu ikki vera saman í óskipaðum bólkum upp á meiri enn 20 fólk og vit skulu eisini í mesta lagi vera 20 fólk saman í veitslulagi. Men samstundis er tað eisini eitt tilmæli, at vit skulu, í mest møguligan mun, bara vera saman við teimum, vit plaga at vera saman við. Tí mælir hann frá at halda tær stóru føstulávintsveitslurnar.

– Tey, sum skipa fyri tiltøkum, eiga at avmarka talið á fólki, so at tey fylgja tilmælunum. Men tað er kortini ein fyrimunur, at summi av hesum tiltøkum eru uttandura og har er smittuvandin væl minni enn hann er innandura. Men vit eiga at framvegis at halda okkum til frástøðumarkið upp á tveir metrar.

Pál Weihe leggur afturat, at eru fólk um ein kepp, so at hann gongur hond úr hond, hevur tað stóran týdning, at fólk spritta sær um hendurnar, hvørja ferð, tey hava havt keppin í hondini.