- Tað vantar sera nógv í, áðrenn vit kunnu siga, at tryggingarviðurskiftini hjá okkara sjófólki eru nøktandi. Her liggur eitt stórt arbeiði á láni at fáa betri sømdir.
Tað sigur Jan Højgaard í sínar ársfrágreiðing til landsfundin, sum var í Føroya Fiskimannafelag týsdagin 29. desember.
Hann vísir á, at sjálvsagt er tað soleiðis, at tess betri ein trygging er, tess dýrari er hon, og manningarnar eru antin beinleiðis ella óbeinleiðis við til at rinda sínar tryggingar.
- Men, vanlukkutryggingin á sjónum eigur í øllum førum at fáast á eitt nógv betri og rættvísari støði. Tað er ein trygging, sum reiðarin einsamallur eigur at bera allan kostnaðin av. Tí, vanlukkur umborð á skipi henda í prinsippinum altíð, tí arbeiðsplássið í sær sjálvum er vandamikið.
Felagsformaðurin sigur, at tað er reiðarin, ið annaðhvørt einsamallur ella umvegis skiparan, ið varðar av trygdini umborð, trygdini á arbeiðsplássinum.
- Tað kann tí ikki vera rætt, at menn kunnu missa heilar ársinntøkur, tí teir eru fyri arbeiðsvanlukku umborð mitt í einari háárstíð. Tá slíkt hendir, og teir missa háárstíðina, fáa teir trygging svarandi til eini 80 prosent av einari arbeiðsmannaløn fyri mista tíðarskeiðið.
Jan Højgaard vísir eisini á, at málsviðgerðartíðin í samband við vanlukkutrygging eisini er alt ov stirvin, tíðarkrevjandi og møðsom fyri tann skaðarakta og tey avvarðandi.
- Vit eru í holt við at kanna, hvussu tryggingarviðurskiftini kunnu betrast, leggur felagsformaðurin aftrat.