Kunnu lyfta seg nærri toppinum

Innanhýsis uppgerðin millum toppliðini verður í morgin, og tí hava tvey tey næstu møguleika til í dag at lyfta seg nærri oddinum

Toppdysturin í 1. deild verður ikki fyrr enn í morgin, tá ið EB/Streymur og 07 Vestur hittast við Margáir. At dysturin verður spældur sunnudagin og ikki í dag kemst av, at uppgerðin millum EB/Streym og KÍ orsaka av kava ikki varð spæld mikukvøldið, men hóskvøldið.

 

EB/Streymur og 07 Vestur eru einastu liðini, sum ikki hava tapt. Dagsskráin hjá FC Suðuroy og Giza/Hoyvík snýr seg í løtuni um at kappast um bronsuplássið. Tá ið tað í hesum umfarinum er innanhýsis telving millum tvey tey ovastu, so hava FC Suðuroy og Giza/Hoyvík møguleika í hesum umfarinum at lyfta seg nærri toppinum. Í dag eiga tey bæði heimavøll – AB vitjar á Vágseiði og sandoyingar eru á veg í Gundadal.

 

Hjá seks liðum snýr tað seg fyrst og fremst um at varðveiða plássið í deildini.

Tvey av hesum – NSÍ og KÍ – hittast í Runavík, og tvey onnur – Víkingur og HB – bresta saman. Vanliga plagar næstbesta Víkinga liðið at spæla sínar heimadystir í Leirvík, men tá ið tað er kavi á vøllinum har, verður í staðin spælt í Sarpugerði.

 

Í dag

Víkingur-HB: Vinjard Dam kl. 15.00

NSÍ-KÍ: Rúni Olsen kl. 15.00

Giza/Hoyvík-B71: Bent Tommy Linklett kl. 16.30

FC Suðuroy-AB: Bjarki Danielsen kl. 14.00

Sunnudagin

EB/Streymur-07Vestur: Jan á Líðarenda kl. 16.00

 

Støðan undan áttanda umfari

EB/Streymur 19

07 Vestur 19

FC Suðuroy 13

Giza/Hoyvík 12

KÍ 9

NSÍ 9

HB 7

B71 5

AB 4

Víkingur 4