Kunnu loysa trupulleikan - men tað er ein treyt

Tórshavnar Býráð ætlar at gera ein parkeringstunnil á Skálatrøð – men ein treyt má lúkast fyrst og tað hava summir býráðslimir ringar vónir um

Parkering er ein stórur trupulleiki í Havn, nýggjasta ætlanin er at spreingja ein parkeringstunnil inn undir hamaran á Skálatrøð, Men ein treyt má lúkast fyst. Myndin er frá Google

Tórshavnar býráð hevur nú samtykt at játta 500.000 krónur til at kanna um tað ber til at gera ein parkeringstunnil á Skálatrøð í Havn. Talan er um ein tunnil, sum fer inn undir hamaran á Skálatrøð og kemur út aftur á Svínaryggi við parkeringsplássið í brekkuni í Jóannesar Paturssonargøta.

 

Nú hevur býráðið so samtykt at játta 500.000 krónur til ein arbeiðsbólk, sum skal kanna tørvin á einum parkeringstunli á Skálatrøð, umframt at hann skal gera eina kostnaðarmeting og kjarnuboringar fyri at vita um tað yvirhøvur ber til at gera tunnilin.

 

 

 

Tað er ein treyt

 

Men Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sigur, at tað er ein treyt, sum fyrst má gangast á møti áðrenn tað yvirhøvur verður farið undir at hugsa um at gera ein parkeringstunnil. Og tann treytin er, at kommunan fær loyvi til at seta eina skipan við gjaldsparkering í gildið, so at tað ikki longur verður ókeypis at parkera í Havnini.

 

Annars arbeiddi býráðið eisini við eini ætlan um at gera ein parkeringstunnil til 200 bilar á Eystarubryggju. Tað var ein ætlan, býráðið ætlaði at fremja í samstarvi við privat vinnulívsfólk og har bilførarar skuldu gjalda fyri at fáa parkeringspláss. Men ætlanin datt niðurfyri tí privatu vinnulívsfólkini settu sum treyt, at ein skipan við gjaldsparkering skuldi setast í verk í Havnini - eisini uttan fyri tunnilin. Men tað varð av ongum og tískil datt tað niður fyri.

 

Og Tróndur Sigurðsson sigur, at hesin parkeringstunnilin undir Skálatrøð verður heldur ikki veruleiki uttan so, at tey fáa loyvi at seta gjaldsparkering í gildið.

 

– Gjaldsparkering er ein veruleiki í flest øllum býum um okkara leiðir, so tað átti at verið púra sjálvsagt, at vit eisini fingið loyvi til tað í Havnini, sigur hann.

 

Eitt endamál við gjaldsparkering er at brúka inntøkurnar til at fíggja arbeiðið at gera nýggj parkeringspláss – men verður talan um at privat skulu gera parkeringsplássini, sum ætlanin var á Skálafjørðinum, verður parkeringsgjaldið vinningurin hjá teimum, sum gera parkeringsplássið.

 

Tróndur Sigurðsson sigur, at hetta er eitt mál,  tey nú fara at tosa við landsstýrið um. Men aðrir býráðslimir hava ringar vónir í so máta, tí Tórshavnar Býráð hevur tosað við landsstýrið í eini tíggju ár, ella meiri, um at fáa heimild at til at seta gjaldsparkering í gildið. Men tað hava skiftandi landsstýrið ikki vilja vitað av og tí er tað ongantíð vorðið til veruleika.

 

Parkering er ein stórur trupulleiki í Havn, nýggjasta ætlanin er at spreingja ein parkeringstunnil inn undir hamaran á Skálatrøð, Men ein treyt má lúkast fyst. Myndin er frá Google