Kunnu læra um fólkaræðið gjøgnum fólkaatkvøðuna

Mikudagin var 14. september, og formaðurin í Tjóðveldisflokkinum nýtti høvi til at spyrja skúlalærarar og skúlaleiðslur um fólkatkvøðan í 1946 verður viðgjørd í fólkaskúlanum og miðnámsskúlanum. Hann heldur, at tað ber til at læra nógv um fólkaræðið við at viðgera fólkaatkvøðuna

14. september í 1946 atkvøddu føroyingar fyri loysing frá danska ríkinum, men úrslitið av fólkaatkvøðuni var ongantíð sett í gildi.
Hesa hending heldur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum vera góða til at læra um fólkaræðið í fólkaskúlanum og í miðnámsskúlunum.
Í einum opnum brævi til lærarar og skúlaleiðslur spyr Høgni Hoydal, hvussu fólkaatkvøðan í 1946 verður viðgjørd í skúlunum.
 Tá ið eg sjálvur gekk í fólkaskúla, hoyrdu vit einki um fólkaatkvøðuna, og tað var ikki fyrr enn eg kom í miðnámsskúla sum 19 ára gamal, at vit viðgjørdi evnið. Eg rokni við, at nógv er broytt í fólkaskúlanum, síðani eg gekk har, men eg kundi hugsa mær at fingið at vita, um tað verður undirvíst um fólkaatkvøðuna í skúlunum, sigur Høgni Hoydal.

Skal ikki gerast tabu
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum heldur, at partapolitikkur eigur ikki at forða fyri, at fólkaatkvøðan verður tikin fram í fólkaskúlanum og í miðnámsskúlunum.
 Nógv halda, at tað kann gerast ov partapolitiskt at taka eitt slíkt evni upp, men tað er eftir míni bestu sannføring ein undanførsla, sum ikki hevur hald í veruleikanum, sigur Høgni Hoydal, sum heldur, at tað ber til at viðgera málið kritiskt og royna at lýsa allar tættir í hendingini.
 Tað er eingin orsøk til at fjala eina so týdningarmikla hending og gera hana til eitt tabu. Vit eiga heldur at brúka hana til at læra um fólkaræðið.
Høgni Hoydal hevur ikki stílað sín fyrispurning til nakran ávísan persón, men hann vónar at fáa eitt svar.
 Eg vóni, at onkur lærari ella skúlastjóri vil svara mær, so vit kunnu fáa eina hóming av, hvussu fólkaatkvøðan verður viðgjørd í skúlunum, sigur hann.