Kunnu koma at hanga í leysari luft á Skála

Hóast ætlanin er at fara undir nýbygningin á Skála longu í heyst, hevur landsstýrið enn onga umsókn fingið um at fáa pólskar sveisarar til landið. Tað er heldur ongin avtala fingin við donsku stjórnina um, hvussu slík mál skulu avgreiðast og sostatt hongur øll ætlanin eitt sindur í leysari luft. Men landsstýrismaðurin lovar, at tá ið umsóknin kemur, verður hon við viðgjørd við vælvild

Arbeiðsmarknaður
 

Ætlanin at fáa pólskar sveisarar til Føroya at sveisa skrokkin til skipið, sum Thor í Hósvík ætlar byggja á Skála, kann fáa eitt skot fyri bógvin.
Ætlanin er at fara undir arbeiðið í heyst og tí sambandi er ætlanin at fáa pólskar sveisarar til Skála at sveisa skrokkin.
Men hóast tað bara eru tveir, tríggir mánaðir til arbeiðið skal byrja, er enn ongin umsókn send landsstýrinum um at fáa pólskar sveisarar til Føroya at gera arbeiðið.
Teir Pólsku sveisararnir, sum skulu gera arbeiðið, skulu hava loyvið frá landsstýrinum at koma til Føroyar at gera arbeiðið.
Men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, staðfestir, at hann innlendismálaráðið hevur onga umsókn fingið um at fáa pólskar sveisarar til Føroya at gera skrokkin til skipið hjá Thor.
Samstundis staðfestir hann, at enn er ongin avtalað fingin við donsku stjórnina um, hvussu slík mál skulu avgreiðast.
- Hetta var ein spurningur, sum vit umrøddu tá ið danski ráðharrin, Rikke Hvilshøj var her fyrr í summar.
- Vit avráddu, at hetta var eitt mál, sum vit skuldu royn at finna eina mannagongd fyri.
Hon segði, at dømi sum hesi eru kend í Danmark og at eru undirtøka fyri tí í Føroyum, eiga vit at finna eina avtalu ímillum landsstýrið og donsku stjórnina um, hvussu slík mál skulu avgreiðast.
 Jacob Vestergaard sigur, at tá ið Rikke Hvilshøj var í Føroyum, varð endamálið at finna eina avtalu ímillum londini bæði rættiliga skjótt.
- Vit tosaðu um at vit skulu fáa greiði á viðurskiftunum í næsta mánað, sigur hann.
Men skuldi tað hent, at ein slík avtala ikki fæst í lag innanfyri tann tíðarkarm,  sum er løgd, hevði tað ikki verið fyrstu ferð, at tað ikki gekk eftir ætlan.
Landsstýrismaðurin sigur, at tá ið umsóknin kemur um at fáa pólskar sveisarar inn á Skála til hetta ávísa arbeiðið, fer umsóknin at verða viðgjørd við vælvild.
- Men hóast tað, tekur tað altíð eitt sindur av tíð at avgreiða eina slíka umsókn. Politiskt skuldi ongi bein verið í hesum, men vit skulu kortini hava eina avtalu við donsku stjórnina um, hvussu mannagongdin skal vera í slíkum málum, tí tað er danska stjórnin, sum hevur myndugleikan.
Men tað er ein fortreyt hjá Jacob Vestergaard, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru samdir um ætlanina.
Tí vil hann eisini hava eina undirskrivaða avtalu ímillum arbeiðsgevara og handverkarafelag um ætlanina.
Samstundis skal landsstýrið tryggja sær, umstøðurnar hjá útlendsku sveisarunum eru forsvarligar, tvs, at býli, løn og onnur viðurskifti, eru nøktandi.
Hóast talan her er um eitt arbeiði, sum tekur meiri enn eitt hálvt ár, heldur Jacob Vestergaard, at ætlanin at fáa póllendingar higar at sveisa skrokkin til skipið hjá Thor, kann samanberast við tað, sum tey nevna montørsáttmálarnar.
- Tað eru avtalur, har útlendingar koma higar í avmarkaða tíð, sum ikki skal vera longri enn tríggjar mánaðir, har tað ber til hjá útlendingum,  at koma til Føroya at montera ella umvæla eina motor, ella eina maskinu o.a, sum føroyingar ikki hava fortreytir at gera sjálvir.
- Ì hesum føri er talan um ein útlendskan undirveitara, sum sendir nøkur fólk til Føroya at gera eina heilt ávísa uppgávu og hóast talan er um meiri enn tríggjar mánaðir, heldur hann, at slíkt eigur at koma undir somu treytir sum montørsáttmálan, tí er talan um eina heilt avmarkaða uppgávu og so fara teir av landinum aftur.