Kunnu keypa bíligar umhvørvisvinarligar bilar í eitt ár afturat

Tað skal bera til hjá fólki at keypa elbil og vetnisbil í eitt ár afturat, uttan at rinda nøkur avgjøld til landskassan. Tað ætlar landsstýri og tí hevur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, lagt uppskot fyri Løgtingið um at leingja freistina í eitt ár afturat.

 

Annars var vórðu bilarnir bara avgjaldsfríir í næsta ár afturat, men nú er freistin longd, soleiðis at elbilar og vetnisbilar verða avgjaldsfríir heilt til endan á 2020.

 

Samgongan hevur sett sær skunda undir at gera Føroyar grønari. Í 2030 skal øll elorka á landi vera frá varandi orkukeldum. Men fyri at gagnnýta elorkuna, og fyri at fáa fult gagn av tí, verða húsarhald og vinna eisini eggjað til at velja grøna orkunýtslu.

 

Og endamálið við at gera elbilar og vetnisbilar avgjaldsfríar er at eggja fólki til at sleppa sær av við bilar, sum brúka bensin og diesel.

 

Kristina Háfoss sigur, at í dag 90 elbilar í Føroyum. Av teimum eru 87 persónbilar, tveir eru vørubilar og ein er hýruvognur. Til sammetingar kann nevnast at í 2008, tá skipanin varð sett í verk var eingin elbilur í Føroyum.

 

Men fyri at fáa ordilia ferð á, heldur landsstýrið, at tað er neyðugt at gera teir avgjaldsfríar í tvey ár afturat, ella til ársenda 2020.