Kunnu ikki útihýsa at tað er heilsuskaðiligt

Heilsfrøðiliga Starvsstovan ávarar ímóti einum slagi av breyði og fræi

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av breyði, og einum slagi av fræi, sum er at fáa í Føroyum.

Í fyrra lagi er talan um Amo Steinaldarbreyð, sum viga 500 gramm og í øðrum lagi er talan um Kornkammeret Økologisk sesamfrø, sum viga 200 gramm.

Talan er ikki um nakra ávísa sending, men ávarað verður ímóti hesum sum heild. Orsøkin til tað, er tað er vandi fyri, at tað er ov nógv av plantuverjuevninum, ethylenoxid, sum er eitt týningarevni.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at matvørumyndugleikarnir í Danmark kunnu ikki útihýsa, at thylenoxid er heilsuskaðiligt. Tí mæla tey til, at tey, sum liggja inni við hesum, antin beina tað burtur, ella lata tær aftur í handilin, haðani tær eru keyptar.